Kyndilskvinnur nýggjan venjara

Tað verður eitt kent andlit í Kyndli, sum tekur yvir

Kvinnurnar hjá Kyndli fáa nýggjar venjarar komandi kappingarár Flemming og Christoffur, verandi venjarir, hava valt at steðga tá kappingarárið endar. Nýggjur venjari verður Bárður Johannesen, sum er fyrrverandi spælari og venjari í felagnum.

 

- Síðani Flemming og Christoffur boðaðu frá sínari støðu til komandi ár, hevur Kyndil leitað eftir nýggjum venjaratoymi.  Og tað hevur eyðnast okkum at finna eina spennandi loysn. Settir venjarir til komandi árið, verða høvuðsvenjari, Bárður Johannessen og hjálparvenjari Martin Lellek, sum áður fráboða verður høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Kyndli, skrivar Kyndil í tíðindaskrivi.

 

Kyndilskvinnur fingu ein ordans umgang í steypafinaluni, men hava enn kós móti FM finalunum, tó at VB framvegis leggur trýst á.