Kyndilskvinnur fyri stórum broytingum

Tað verður eitt heilt øðrvísi Kyndlalið komandi kappingarár.

Eftir fleiri ár við einum gyltum árgangi, skulu Kyndilskvinnur nú byggja upp av nýggjum.

 

Fleiri av stuðulsleikarunum seinastu árini, ið hava hildið Kyndil í oddinum av føroyskum hondbólti eru á veg aðrar leiðir.

Herfyri var boðað frá, at Turið Arge fer at royna seg í Íslandi, og nú letur til at aðrir leikarar eisini flyta av landinum.

 

Higartil hava Anna Brimnes og Bjarta Johansen boðað frá at tær flyta av landinum, meðan stórskjúttin Marianna G. Eystberg fer at fjakka fyrru helvt av kappingarárinum.

 

Eisini hava venjararnir, Flemming Raben og Christoffur Gert Nielsen takka fyri seg. Nýggir venjarar verða Bárður Johannesen og Martin Lellek, ið sostatt skulu royna at spæla eitt nýtt ættarlið av Kyndilskvinnum saman.