Eirikur Lindenskov
Á skránni verður ymiskt, einamest fyri børn, eitt nú klovnakast, har vatnbumbur verða kastaðar eftir klovni, ein rodeotarvur verður eisini tøkur, eins og playstationspøl, fiskibrunnur, seymsláing o. a.
Klokkan 1400 vitja klovnar í høllini, og fara teir at undirhalda børnunum. Eisini fara Lotte Sørensen og Jacob Jónson at skriva autografar á myndir.
Umframt tiltøk fyri børn verður eisini loppumarknaður, køku/mattombola, bamsutombola og kaffé.
Innkomni peningurin fer til rakstur av felagnum, ið telur um 150 aktivar limir.