Kyndils-kvinnurnar stóðu ikki mát

Neistin-Kyndil 24-20 (11-9)

Talan gjørdist um væntaða heimasigurin, tá Neistakvinnurnar í dag tóku móti grannunum úr Kyndli.

Allan fyrra hálvleik var spenningurin tó hampuliga stórur, men hesin fór tó úr dystinum tíðliga í seinna hálvleiki. Tá leyp Neistin upp á 18-11 fyrstu løtuna, og so kundu tær bláu uttan stórvegis hóvasták koyra sigurin heim.

Besti málskjúttin hjá Neistanum var Nicoleta R. Hansen, sum skeyt 11 mál. Jacklin Durhuus skeyt 7 mál fyri Kyndil.