Manshondbóltur
Niðurtúrurin, sum besta mansliðið hjá Kyndli upplivir í løtuni, tók sína byrjan, tá teir fyri knøppum mánaði síðani fingu bank í Vestmanna. Hetta hendi, júst sum Kyndil var í ferð við at prógva, at teir nú aftur skuldu teljast millum styrkisfaktorarnar í føroyskum manshondbólti.
Síðani tapið í Vestmanna hevur Kyndil bert fingið eitt stig, og tað er einki at ivast í, at teir tí fegnir vilja fáa okkurt slag av hevnd, nú VÍF kemur til Havnar á vitjan.
Tað verðru tó ikki bara sum at siga tað hjá Kyndli. Gaman í fekk VÍF ein fyribils frammaná, tá teir seinasta vikuskifti taptu fyri StÍF, men sum tað hevur gingið seinnu árini, so munnu vestmenningarnir nú vera vanir við, at StÍF ger teimum fortreð av og á. Hinvegin hevur VÍF í aðrar mátar sýnt sera støðug avrik seinasta mánaðin ella so, og kunnu teir aftur finna fóttafesti frá teimum dystunum, so er vanliga ikki gott at vera fyri.
Tað eru tó ikki bara Kyndil og VÍF, sum spæla hondbólt um vikuskiftið. Burtursæð frá Neistanum, sum hevur frí hetta vikuskiftið, so skulu øll hini liðini í eldin.
Á Skála hevur oddaliðið úr StÍF ein á pappírinum lættan dyst, tá hoyvíkingar koma á vitjan. Við sigrinum á VÍF seinasta vikuskifti legði StÍF seg aftur einsamalt á odda í deildini, og tað er lítið, sum bendir á, at hovyíkingar skulu broyta um hetta. H71 vann teir báðar fyrstu dystirnar á árinum, men síðani hava teir verið púrasta sørir. Hinvegin var støðan eisini hin sama, tá Tjaldur vitjaði StÍF næst seiansta umfar. Tá hevði Tjaldur einki stig, men teir vunnu kortini á oddaliðnum, so hóast strandingar eru greiðir favorittar, so kann ein sensatión ikki útilokast.
Í Hoyvíkarhøllini kemur Tjaldur á vitjan hjá KÍF, og nógv bendir á, at hetta kann gerast ein sera spennandi dystur. Fyrstu umførini vóru hesi bæði liðini tey, sum høvdu minstu úrtøkuna, men sum vikurnar hava gingið, er annað skil komið á. KÍF fekk við útlendsku leikarunum neyðuga íblásturin til at kunna hótta hini liðini, og seinastu tvey umførini hevur Tjaldur prógvað, at teir heldur ikki eru so lættir at syfta.