Kyndil vinnur oddasessin

Neistin tapti á Skála, og tí fer Kyndil framum, um tær vinna seinasta dystin, sum er móti Søljuni

 

Neista-kvinnur tykjast hava fingið ein lítlan niðurtúr, nú finalurnar standa fyri framman. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at Neistin við eini sannari hondbóltsframsýning hølvaði VÍF ígjøgnum, men síðani er steðgað mest sum púrasta upp.

 

Tær taptu grannauppgerðina móti Kyndli, vunnu tepurt á VB, og í dag var Neistin við undirlutan á Skála. Tað ber við sær, at Kyndil við sigri í seinasta dystinum – á heimavølli móti Søljuni – tekur oddasessin, og harvið vinnur sær heimavøllin í eini møguligari triðu FM-finalu.

 

Neistin var annars á odda í steðginum á Skála, men um miðan seinna hálvleik leyp StÍF framum, og tí leiðsluna hildu tær allan vegin.

 

Sigurin undirstrikar eisini, at StÍF hevur bygt sær eitt lið upp, sum kann taka stig frá øllum. Tær hava í ár vunnið heimadystir móti Neistanum, VÍF og VB, og eisini hava tær vunnið á útivølli móti VB. Endaspurturin í ár hevur eisini verið framúr góður, og tað ber boð um, at tað hevur eydnast at byggja eitt sterkt lið upp við lokalum kreftum.

 

Besti málskjúttin hjá StÍF í dag var Paula Høgnesen, sum skeyt 8 mál. Fyri Neistan skeyt Jacklin Durhuus 6 mál.

 

Á Giljanesi var VÍF á vitjan, og her gjørdist talan ikki óvæntað um stórsigur til gestirnar.

 

Søljan-VÍF 13-42 (7-21)

StÍF-Neistin 26-23 (12-13)