Kyndil vil ígongd

Tá grannauppgerðin verður á Hálsi, stendur Kyndil í óvandu støðuni sum botnlið

Hondbóltur

Tað er tann umvenda verð, tá Kyndil og Neistin takast í mansuppgerðini millum grannarnar báðar. Kyndil er tað nógv siðvandari av feløgunum, men higartil hevur úrtøkan ikki verið nakað serlig, og teir eru tí í tyngra endanum av stigatalvuni.
Neistin hevur hinvegin lagt seg á odda, og enn eru boðini, at teir stevna beint í oddin,.

Ov seinir ígongd
Venjari hjá Kyndli er Jónleif Sólsker, sum nú eisini hevur fingið Sophus Dal-Christiansen afturat sær.
Men hóast vánaligu byrjanina, so hevur venjarin á ongan hátt mist mótið.
- Vit hava havt nakrar skaðar, men tann parturin sær nakað nógv betri út nú. Stóri trupulleikin hjá okkum hevur tó verið, at vit vóru ov seinir ígongd við venjingunum. Tí eru vit úti við ein mánað aftan fyri hini liðini í fyrireikingunum, og tí var væl eingin, sum við góðari orsøk væntaði, at vit skuldu fáa nakra kanón-byrjan.
- Men samstundis skal hetta ikki vera nøkur undanførsla. Vit mugu og skulu koma ígongd, og enn er munurin somikið lítil, at tað er avmarkað, hvat vit hava mist, sigur Jónleif.

Vilja halda plássinum
Hjá Neistanum er lagið sum vera man gott undan dystinum sunnudagin. Bláa havnarfelagið er í løtuni ovast á stigatalvuni, og tað er ein sessur, sum teir heldur enn fegnir vilja halda fast um.
Enn hava skaðar ikki gjørt um seg hjá oddaliðnum, og tí verður roknað við, at Claus Rasmussen hevur frítt val, tá hann skal gera av, hvussu liðið sær út sunnudagin.