Hondbóltur
Dysturin millum kvinnuliðini hjá Sóljuni og Kyndli, sum sambært kappingarskipanini skal spælast fríggjadagin 15. mars, verður helst tann, sum ger av, hvat lið skal niður úr bestu kvinnudeildini, tá kappingarárið er lokið.
Í løtuni eru tvey stig á muni millum liðini, men tað hoyrir við til søguna, at Sóljuni enn restar ein dyst frá grundspælinum, og tá hesin er leiktur, er talan møguliga bert um ein mun upp á eitt stig.
Júst møguleikin fyri hesum eina stiginum kann hava avgerandi ávirkan á, hvussu endaliga støðan í deildini fer at verða. Í verandi støðu kann Kyndil tapa á Giljanesi, men kortini varðveita sætta plássið í deildini grundað á ein betri málmun. Men um Sóljan fær stig burtur úr útsetta dystinum frá grundspælinum, so hava tær møguleika at fara upp um Kyndil við einum sigri.
Trupulleikin hjá Kyndli er, at tær í verandi støðu ikki kenna fortreytirnar undan dystinum, og spurningurin tykist í løtuni vera, um hetta eisini fer at fáa avleiðingar fyri ætlaða dystin millum Sóljuna og Kyndil. Tað stendur í øllum førum greitt, at Kyndil hevur sera lítlan áhuga í at fara vestur, um dysturin
- Tað er so sera einfalt. Vit fara ikki vestur at spæla, um dysturin millum StÍF og Sóljuna ikki er avgreiddur áðrenn.
Somikið avgjørdur er venjarin hjá Kyndli, Rógvi Nielsen, tá spurt verður, hvørja áskoðan tey hava í hesum málinum.
- Høvdu vit vunnið mikukvøldið, so var talan sjálvandi ikki um nakran trupulleika, men vit kunnu ikki liva við, at ein útsettur dystur frá grundspælinum møguliga kann avgera spurningin um upp- ella niðurflyting. Og ikki minst, tá hesin dysturin møguliga verður avgreiddur, eftir at dystirnir í endaspælinum er lidnir.
Málið um útsetta dystin liggur í løtuni hjá dómsnevndini hjá Hondbóltssambandinum. Dysturin varð upprunaliga útsettur, tí høllin á Giljanesi ikki var tøk. Hann varð síðani fluttur, men tá hann skuldi spælast seinnu ferðina, komu strandakvinnur ongan tíð í Vágoynna. Dómarar og leikararnir hjá Sóljuni stóðu annars og bíðaðu, men har gjørdist einki.
StÍF hevði tá givið avboð, tí talan var um dyst mitt í viku, og trupult var hjá leikarum at fáa frí. Hesi boð vóru tó ongan tíð komin til Sóljuna, og tí vilja tey vera við, at tær hava vunnið dystin uttan at spæla.
Hetta hava tey framhaldandi hildið fast um, hóast kappingarnevndin hjá HSF í fleiri umførum hevur sett dystin á skránna. Seinastu ferð, hetta varð gjørt, var ætlanin, at dysturin skuldi avgreiðast 16. februar, men tá kærdi Sóljan avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, og har liggur málið í løtuni.
Fyrrapartin í gjár fingu vit ikki fatur á formanninum í dómsnevndini, Niels Nattestad. Tað eydnaðist okkum tó at fáa fatur á Jógvav Elias Winther Poulsen, sum eisini situr í domsnevndini. Sum so vildi hann ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, men hann segði, at ein avgerð um spurningin er væntandi fyrsta dagin.
So hjá Kyndli og Sóljuni er neyvan annað at gera í løtuni enn at brynja seg við toli.