VÍF-Kyndil 27-31 (13-15):
Kyndil hevur veruliga traðka í karakter, seinastu dystirnar. Teir hava verið í einum sera góðum stima, og liggja nú bert eitt stig aftanfyri grannarnar úr Neistanum, ið enn klóra seg fastar um finalusessin móti StÍF. Gamaní hava Kyndil spælt ein dyst meira enn Neistin, men ikki skal Neistin snáva serliga nógv, so standa Kyndil klárir at taka yvir.
Nógv at spæla fyri
Fyri bert fáum vikum síðani var munurin upp til Neistan heili sjey stig, og nú er munirin bert eittans stig. Gamaní fyri ein dyst meira, men tað er tætt í oddastríðnum. VÍF høvdu hinvegin møguleikan at vinna seg inn á Kyndlamenn, og harvið økja um teirra møguleika til at náa einum triðja plássi.
Finnur Hansson segði eftir finaluna í steypakappingini, at hann trúði fult og fast uppá at Kyndil megna at náa einum finalusessi, og eisini at teir megna at vinna hana, og harvið eisini FM-heitið.
- Vit hava verið í einum øðiliga góðum stima, og vit ætla okkum at halda á fram við somu ferð, sigur Finnur Hansson beint eftir finalusigurin í steypakappingini, móti StÍF á Hálsi.
Finaluprofilur afturvendur
Kyndlaliðið var uttan Josef Abrahamsen, tí hesin er staddur uttanlands, men Høgna Klein høvdu teir fingið heim til dystin í Vestmanna, og enn eina ferð staðfestu teir, ið eftir eru, at teir megna at standa sterkir og stinnir.
Ein rutineraður harri sum Hans Áki Dal Christiansen var tó mest skorandi leikarin á Kyndlaliðnum hesaferð. Við sínum 11 málum var hann við til at søkkja VÍF, og serliga trý tey seinastu munnu hava sviðið í hjørtunum á vestmenningum, tí tá vóru teir enn heilt væl við í dystinum. Men Hans Áki og Kyndil vildu tað ørðvísi.










