Kyndil var ynskið

Hondbóltur: Ingi Olsen er fegin um, at Neistin skal spæla finaluna móti Kyndil.
– Kyndil vann seg í finaluna, og tað hava teir uppiborið. Vit hava ongar trupulleikar við at spæla móti teimum. Vit hava vunnið steypafinaluna móti Kyndil seinastu tvey árini, og vit hava vunnið greitt á teimum í landskappingini í ár, so Kyndil er helst ynskimótstøðan, staðfestir Ingi Olsen, venjari hjá Neistanum.
David Edvardsen, sum var toppskjútti hjá Neistanum í gjár, frøist eisini um mótstøðuliðið.
– Vit eru avgjørt glaðir fyri, at vit skulu spæla móti Kyndil. Vit hava spælt tríggjar sera tættar dystir móti VÍF, men vit hava havt gott tak á Kyndil, sigur David Edvardsen.