Kyndil var stóri vinnarin

Meðan mansliðið hjá Kyndli tapti finaludystin leygardagin, vann felagið fimm av fimm møguligum finalum sunnudagin

Hondbóltur

Talan var sjálvandi um serstaka løtu hjá Kyndli. Eitt var, at felagið við hesum fekk fult hús í yngru deildunum. Annað var, at hetta man vera fyrstu ferð í søguni, at kvinnusíðan hjá felagnum er betur umboðað enn menninir. Kyndil vann nevnliga tríggjar finalur á feminimu síðuni, meðan dreingirnir tóku sær av teimum báðum finalunum, sum teir vóru í.
Og forkvinnan í felagnum, Súsanna (Ussa) Hansen, fegnaðist sum vera man um avrikið.
- Hetta hevur sjálvandi stóran týdning fyri felagið, Kyndil. Fyri venjarar og onnur í felagnum er tað stuttligt at síggja, hvussu børnini menna seg, samstundis sum sigrar verða fingnir fingnir til høldar.
Hvat hava tit gjørt í Kyndli fyri at røkka einum somikið góðum úrsliti.
- Í nevndini hevur málið frá byrjan verið, at vit skulu nýta okkara egnu spælarar, soleiðis at vit kunnu ala hesi upp til framtíðar avbjóðingar í Atlantic Airways- og Sunset-kappingini.
- Og so hava vit lagt stóran dent á, at tað eru vaksin fólk, ið duga væl at vera um børnini, sum taka sær av venjingunum.
- Sum støðan er í dag, hevur Kyndil ongan útlendskan spælara í felagnum yvirhøvur. Ikki tí at vit hava nakað ímóti útlendskum spælarum. Men tað er so veruleikin, sum vit liva í. Og tá er tað sjálvandi eisini gleðiligt at síggja, at vit menna okkarar egnu spælarar, so tey eru til reiðar at taka av avbjóðingini, sigur Ussa.
Og so leggur hon afturat, at Kyndil eisini roynir at skapa nýggjar avbjóðingar til ungdómin. Um gott ár er ætlanin, at allar ungdómsdeildir hjá felagnum skulu til Spania at taka lut í stórari hondbóltskapping, og sum vera man er hetta ein avbjóðing, sum øll í felagnum arbeiða miðvíst fram ímóti.