SMS-deildin: Kyndil - Neistin 21-18
Greipuvinnararnir úr Kyndli spældu sín fyrsta dyst í ársins SMS-deild í kvøld. Tað var vorðið sum byrjan, tí mótstøðuliðið var hitt Havnarliðið, Neistin, ið tapti fyrsta dystin ímóti H71 sunnudagin.
Bæði liðini eru eyðkend við at hava hvør sín serbiska málverja, ið ofta vóru avgerandi farna kappingarár. At byrja við vóru tað kortini hvørki Jovana Stranjanac hjá Kyndli ella Maja Dragobujlovic hjá Neistanum, ið vóru atvoldin til fá mál.
Heldur vóru tað verjurnar báðar, ið forðaðu fyri líkinda skotum - ella álopini, ið ov sjáldan funnu røttu leikferðina.
Tá ið knappir 20 minuttir vóru farnir var støðan bert 6-6.
Um hetta mundi varð dysturin í roynd og veru avgjørdur, tí nú fór at bragda betri í Kyndilsálopinum. Kyndil økti upp í 10-6, eftir at verjan hevði hendurnar á hvørjari Neistaroynd.
Hálvleiksstøðan var 10-7 til Kyndil.
Í seinna hálvleiki helt leikgongdin fram. Kanska komu eitt sindur fleiri møguleikar, men nú vístu bæði Jovana og Maja at tær eisini kundu bjarga fríum møguleikum.
Neistin hótti av og á við at minka um munin niður í eitt mál, men tað eydnaðist ongantíð. At enda vann Kyndil dystin 21-18.
Systrarnar Bára og Súna Krossteig Hansen skutu fimm mál í part fyri Kyndil, meðan 16 ára gamli felagin á høgra bakki, Natasja Hammer skoraði fýra mál.
Fyri Neistan skutu Gunnfríð Nólsoy, Fríða á Dunga og Birita Ingolfsdóttir trý mál í part