Kyndil vann í kvøld 26-25 á VB í seinnu hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini, men tá ið VB hevði vunnið fyrru hálvfinaluna heima í Vági 26-21, so hevði sigurin í kvøld einki at siga og VB er í finaluni við samlaðum 51-47-sigri.
Kyndil var væl við allan dystin og var eisini á odda 10-9 í hálvleikinum. Tær mansvardu Gurið K. Mortensen hjá VB og kempaðu annars fyri lívinum, og var hetta í løtum við til at seta stórt trýst á VB. Kyndil var einaferð bara fáar sentimetrar frá at leggja seg á odda við fýra málum og harvið bara eitt mál frá at røkka samlaðum javnleiki, men so fóru tær at brenna illa og lovaðu VB at koma á odda aftur við einum máli og herfrá lovaði vágskvinnur ikki teimum grønu at renna avstað aftur.
Tomma Petersen stóð væl í málinum hjá Kyndli og Randi Wardum skaraði framúr í álopspartinum, men nógvu brendu møguleikarnir kostaðu teimum samlaða sigurin, og hóast tær í kvøld vunnu 26-25, so er tað VB, sum við samlaðum 51-47-sigri nú kann fyrireika seg til steypafinaluna 11. februar ímóti Stjørnuni.