Kvinnurnar hjá Kyndli reistu seg í dag og vunnu á belgiska Femina Vise í EHF Cup-kappingini, men sigurin rakk tíverri ikki til at koma víðari.
Eftir at hava tapt við sjey málum í gjár, var málið hjá Kyndli í dag bara at royna at vinna, so eitt sindur av heiður og æru kundi fáast til høldar. At hála sjey mál inn, var sera trupult, men tað eydnaðist so at vinna.
Dysturin endaði 21-20 til Kyndil, eftir at Femina Vise hevði verið á odda 11-8 í hálvleikinum, so talan var avgjørt um eitt góðkent avrik.
– Vit gjørdu 30 tekniskar feilir í fyrra dystinum, men tað fingu vit vent í tí seinna, samstundis sum vit fingu fleiri málkjansir hesaferð, segði annar av Kyndils-venjarunum, Sophus Dal-Christiansen.
– Taktikkurin eydnaðist til fulnar, og vit eru væl nøgdir við avrikið hjá spælarunum, sum avgjørt eisini mennast av at spæla tveir dystir ímóti so góðari mótstøðu, sum hetta belgiska liðið er.
Venjarin hjá Femina Vise, Olivier Leleux, var somuleiðis nøgdur við tað, hansara spælarar høvdu avrikað, men hann var sjálvandi nøgdari við dystin í gjár, sum bar meginpartinum av muninum, ið gav samanlagdan 42-36 sigur.
– Vit vistu einki um føroyskan hondbólt, áðrenn vit komu higar, men vit hava vunnið samanlagt, so vit eru víðari, og tað var málið hjá okkum. Eg var nøgdari í gjár enn í dag, men Kyndil var bara betri í dag, segði hann.
Femina Vise-Kyndil 20-21 (11-8)
Femina Vise: Annelies Penders 5, Sara Marteleur 4, Judith Franssen 3, Maude Jolly 3, Kristien Leonaers 2, Fien Boons 1, Sabrine Masrouki 1, Iris Peeters 1
Kyndil: Anna Brimnes 8, Bjarta Osberg Johansen 4, Turið Arge Samuelsen 3, Marianna G. Eystberg 2, Randi Wardum 2, Bára Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir 1
Dómarar: Maria Bennani & Safia Bennani (Svøríki)
EHF-eygleiðari: Jørn Møller Nielsen (Danmark)










