Fyrstu løtuna var tað annars H71, sum tóktist hava betra takið á dystin, og tá ið 10 minuttir vóru farnir vóru teir á odda 3-1. Síðani fekk kyndlaverjan betur fatur á hoyvíkingum, og hetta var eisini nakað, sum kom at merkja dystin. Kyndil fekk somuleiðis gongd á álopsspælið og vunnu sær eina leiðslu í fyrra hálvleiki. Tá ið H71 hendingaferðina fekk spælt seg til møguleikar, var kyndlamálverjin, Mladen Mjerimacka, ein brandur at bjarga skotunum.
Starvsfelagi hansara í H71-málinum, Tóraldur Kollsker, stóð somuleiðis væl í fyrra hálvleiki og var ein av høvuðsatvoldunum til, at Kyndil ikki var á odda við nógv fleiri enn teimum trimum í hálvleikssteðginum. 10-7 til Kyndil var nevniliga hálvleiksstøðan.
Kyndil varðveitti
Ein útvísing til H71 tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi sítt til, at Kyndil fekk flogið og skjótt kom á odda 13-8. Tóraldur Kollsker, sum annars stóð væl í fyrra hálvleiki, fekk ikki fatur á nógvum og so kom Ári Dam í H71-málið. Hann gjørdi nakrar avgerandi bjargingar og H71 fekk miðskeiðis í seinna hálvleiki minkað málmunin niður í tvey mál, men síðani dróg Kyndil aftur frá og avgjørdi dystin. Avgerandi var, at Bogdan Florea gjørdi tríggjar tekniskar villur í trimum álopum á rað og fekk eina útskifting sum avrokning.
Verjan hjá Kyndli hevði ógvuliga gott tak á H71. Bogdan Florea gjørdi lítið um seg, meðan teir yngru heimligu leikararnir líktust leikarum, ið høvdu skotvenjing fyri neyðini. Álopsspælið hjá Kyndli var eiheldur serliga einastandandi, men við leikarum sum Finni Hanssyni og Davidi Edvardsen eydnaðist tað teimum at gera neyðugu fleiri málini enn hoyvíkingar, sum tóktust nakað moyrir eftir dystin tveir dagar frammanundan.
Kyndil vann hesa fyrstu hálvfinaluna uppiborið 21-17.
- - -
1. hálvfinala:
H71 - Kyndil 17-21 (7-10)
H71: Bogi G. Davidsen 3, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2, Høgni Olafsson 2, Esbern Patursson 2, Jónas Djurhuus 2, Bogdan Florea 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø
Kyndil: Finnur Hansson 6, David Edvardsen 5, Julian Johansen 3, Høgni Klein Olsen 2, Hörður Fannar SigÞórsson 2, Andrias Sólsker 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ludvík Súnason 1










