Kyndil vann klassikaran

Við sigri á VÍF undirstrikaði Kyndil, at teir aftur vilja vera partur av oddastríðnum, men eisini H71 vil tosa við um hetta

Atlantic Airways-kappingin

Hóast tað enn er sera stutt fráliðið í hondbóltslandskappingini, so var talan longu um stórdyst í næsta umfarinum, tá VÍF vitjaði í Havn. Gaman í er talan enn bara um grundspæl, og gaman í verður talan í ár um eina finalu, eftir at øll hava hitt øll fýra ferðir. Men dystirnir millum Kyndil og VÍF eru kortini altíð nakað serligt, og í so máta var leygardagurin einki undantak.
Og fyri tað nógva var talan um ein framúr spennandi dyst leygardagin. Fyrra hálva tíman var at kalla eingin munur millum loiðini, tó at Kyndil alla tíðina hevði skutin frammanfyri. Teir grønu høvdu meira ferð á sínum spæli, og onkursvegna tóktust vestmenningarnir at halta nakað aftanfyri, men teir hingu kortini í.
Tað gjørdu teir eisini fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin, men so tók at skrædna. frá 17-16 broyttist søtaðn til 24-17, og so skuldi tað gerast sera strævið hjá gestunum. Við fimm málum á rað megnaðu teir tó aftur at kveikja eina vón, men tá Kyndil so enn einaferð svaraði aftur, bar ikki longur til. Teir grønu koyrdu seinastu minuttirnar av dystinum heim, og so var fagnaðurin um sigurin á arvafíggindunum helst størri, enn hann var um tey bæði stigini, sum spurdust burturúr.

Sigurin førdi Kyndil upp á oddasessin í deildini, men her eru teir ikki einsamallir.
H71, sum eisini hevur fleiri fyrrverandi Kyndils-spælarar bæði á og uttan fyri vøllin, tykist nevnliga vera sera væl fyri í ár. Leygardagin tóku teir ímóti StÍF, sum enn er nakað skert av kappingini frá fótbóltinum, eins og saknurin í skurðviðgjørda Sveini Justinussen er sera stórur nú fyrstu umførini.
Hoyvíkingarnir settu mest sum beinan vegin alt upp á pláss. Ikki minst gjørdu teir báðir, Sigtór Andreasen og Bjarni Sørensen, nógv um seg í dystinum, sum endaði heili 35-19.
Seinasti dysturin var í Hovyíkarhøllini fríggjakvøldið, tá kollfirðingar sýndu, at teir heldur ikki í ár skulu undirmetast. Í fyrsta dystinum á árinum var um reppi, at teir tóku VÍF á bóli, og hesa ferð var tað so Neistin, sum ikki megnaði at standa kollfirðingunum kurl. KÍF var allan dystin fleiri mál frammanfyri, men móti dystarenda var tó um reppið, at teir bláu kortini fingu nakað burturúr. Nærri enn tí eina málinum komu teir bláu tó ikki, og so kundu kollfirðingarnir fegnast saman við Damir Oros, sum nú aftur í leiklutinum sum KÍF-toppskjútti eftir eitt mest sum miseydnað ár í Neistanum.

Úrslit
KÍF-Neistin 29-28 (16-11)
Kyndil-VÍF 28-23 (15-14)
H71-StÍF 35-19 (16-8)