Kyndil vann gysara

Við trimum nýggjum útlendingum á liðnum var um reppið, at KÍF koppaði Kyndli, men í seinasta enda var orkan ov lítil

Manshondbóltur

Vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, at talan á pappírinum var um greiðan favorittleiklut hjá Kyndli, tá teir leygardagin skuldu vitja KÍF í Hoyvíkarhøllini. Samstundis skrivaðu vit tó, at nú KÍF hevði styrkt um liðið við trimum útlendskum leikarum, so kundi koritni væl vera, at teir fóru at arga nakað, og tað var júst tað, sum kollfirðingarnir gjørdu.

Fyrstu løtuna av dystinum var tað eisini so, at kollfirðingar hóttu við at gera nakað væl meira enn bert at arga. Serstakliga Damiroros, sum er nýggjru bakkur á liðnum, gjørdi akkurát tað, sum honum lysti at gera. Kyndil fekk snøgt sagt ikki steðga sterka jugoslavanum, tá hann leyp upp og hegnisliga bumbaði bóltin har, sum hann helt vera best. Og tað var sjáldan har, sum Kyndilsmálverjin roknaði við, at hann skuldi verða.
Tað er tó ein trupulleiki hjá KÍF, at tað er so stutt fráliðið, síðani nýggju menninir komu til felagið. Venjingarstøðan hjá hesum er als ikki so góð, sum hon eigur at vera, og so hvørt sum møðin fór at gera seg galdandi, byrjaði at gera seg galdandi, kom Kyndil alt meira við í dystin. Finur Hansson hevur higartil í ár verið eitt sindur upp og niður, men hesa ferð var tað fyri tað mesta uppeftir, og tá er hann ein stór hóttan móti einari og hvørjari verju í landinum.
Fyri steðgin hevði Kyndil togað seg mest sum upp á javnt, og í seinna hálvleiki hildu teir á fram við at toga. Fram móti dystarenda høvdu teir vunnið seg trý mál framum, og alt tóktist avgjørt, men tað var tó um reppið, at alt datt niðurfyri.
Upp á tveir minuttir minkaðu kollfirðingar úr 27-30 í 29-30, og tá Kyndil við 25 sekundum eftir brendi brotskast, stóð á gomlum nøglum. Finnur Hansson, sum misnýtti brotskastið, fekk tó sjálvur fatur á returinum, og tá hann varð tikin í armin, fekk liðið nýggja roynd úr sjey metrum, og hesaferð fall avgerðin.

Kunnu meira enn arga
Sum sagt, so argaði KÍF hesaferð, men mett eftir hesum dystinum, so kann væl henda seg, at liðið fer at gera nakað væl meira enn tað komandi mánaðirnar.
Við jugoslaviska styrkinum hevur liðið brádliga fingið tilført nakrar bakspælarar við nógvum kvalitetum, og hesir fara uttan iva at geva øllum verjum alstórar trupulleikar. Hartil hevur liðið fingið nýggjan málverja. Hetta er annars ikki tað plássið, sum liðið er veikast á, men tað vil altíð vera ein fyrimunur at hava tveir klassamálverjar at velja ímillum, og kann hetta samstundis vera við til at fáa tað allar besta fram í Óla Kristiani, er einki at ivast í, at tað skulu meira enn vanliga góð skot til, áðrenn bóltarnir fara í KÍF-meskarnir framyvir.
Fyri Kyndil vóru tey bæði stigini helst tað týdningarmesta leygardagin, og tað fingu teir so eisini. Kanska var tað eisini heppið, at liðið møtti KÍF, nú áðrenn nýggju meinninir eru komnir í røttu venjingarstøðuna. Hvussu er og ikki, so helt Kyndil við sigrinum fast í góðu støðuni á stigatalvuni. Har eru teir í løtuni á fjórða plássinum, men eins og hini trý oddaliðini, so hevur Kyndil bert mist tvey stig, og tá dystartalið er ójavnt, er tað fyrst og fremst hesum, sum roknast má eftir.

Dysturin í tølum
KÍF-Kyndil 29-31 (14-13)
KÍF: Damiroros 9, Petur Martin Poulsen 6, Eddie Joensen 4, Regin Petersen 4, Mirko Milinkovic 3, Vagnur Johannsen 2(1), Kristian Madsen 1
Kyndil: Finnur Hansson 10(4), Jacob Jónsson 7, Heini Bendtsen 5, Hanus Jensen 3(1), Hans Áki Dal-Christiansen 2, Høgni Klein 2, Janus Einar Sørensen 2
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen