Kyndil vann grannauppgerðina

Hvonndeildin: Kyndil vann ímóti greipuvinnarunum frá í fjør

Einasta hondbóltsvirksemið, sum er í fremstu deildunum í Føroyum í kvøld, er í høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil og Neistin bresta saman - bæði hjá kvinnum og monnum.

 

Kvinnudysturin er spældur, og har var tað rættiliga óvæntað Kyndil, sum vann dystin. Kyndil vann 19-18 eftir hálvleiksstøðuna 10-10.

 

Sum bæði hálvleiksstøðan og endaliga úrslitið vísa, so var talan um ein sera spennandi dyst. Kyndil kom á odda 4-2 í fyrra hálvleiki eftir 10 minuttir, men annars var ongantíð meira enn eittans mál, sum skilti liðini.

 

Í seinna hálvleiki var søgan tann sama, men enn einaferð kom Kyndil fram um við tveimum málum, tá ið støðan gjørdist 18-16 til kyndilskvinnur eftir 55 minuttir. Hesa leiðsluna megnaði Neistin ongantíð at innheinta, og endaliga úrslitið gjørdist 19-18 til Kyndil.

 

Neistakvinnur plaga annars at hava yvirtakið ímóti kyndilskvinnum, men soleiðis var ikki í kvøld. Neistin vann allar fýra landskappingardystir ímóti Kyndli í fjør, men í fyrsta dystinum ímillum grannarnar í hesum kappingarárinum dróðu kyndilskvinnur longra stráðið.

 

Kyndil-Neistin 19-18 (10-10)

 

Kyndil: Anna Brimnes 7, Bjarta Johansen 4, Súna K. Hansen 3, Anja Eliasen 2, Guðrið G. Eystberg 1, Ásleyg Súnadóttir 1 og Lea Durhuus 1.

 

Neistin: Bára Hansen 5, Eir Berg 5, Marjun Danberg 3, Birita Jacobsen 2, Brynja Høj 2 og Jacklin Durhuus 1.