Kyndil vann enn ein sigur á VÍF

Kyndil er sannførandi steypavinnari hjá gentum 12

Gentur 12

Víf – Kyndil 5-10 (1-5)

Steypafinalan hjá gentum 12 var ein endurtøka av kvinnufinaluni millum VÍF og Kyndil.

Dysturin var eyðmerktur av góðum verjum, og fyrsta málið kom eftir fýra minuttir, tá ið VÍF gjørdi støðuna til 1-0.

Men Kyndil svaraði væl aftur. Nógv brotskøst komu eftir gjøgnumbrot, og eftir fyrru fimtan minuttirnar var støðan 1-5 til Kyndil, eftir at kyndil hevur skotið trý brotskøst í málið og brent eitt. Harafturat hevði Víf fingið tveir leikarar útvístar, so alt bendi á ein kyndilssigur áðrenn seinnu fimtan minuttirnar.

VÍF fekk nakað betur glið á álopið í seinna hálvleiki, men skaðin var longu gjørdur. Kyndil skeyt aftur fimm mál í seinna hálvleiki, og so vóru kyndilsgentur steypavinnarar við úrslitinum 5-10