Kyndil vann dramatiska grannauppgerð

Kyndil skoraði ikki seinastu 13 minuttirnar, og mundi tveitt greiða leiðslu vekk

Kyndil vann í dag 23-22 á Neistanum í FTZ-deildini í hondbólti. Menninir hjá Kyndil vóru annars á odda 23-14, tá 13 minuttir vóru eftir. Tað endaði við, at Kyndil akkurát kláraði at hála sigurin heim við einum máli.

 

Kyndilsmenn deildu málini væl millum sín. Bjarni Sørensen var toppskjútti við seks málum, meðan hini málini vóru deild millum átta málskjúttar. Fyri Neistan var Rói Berg Hansen ein einmansherur og skoraði níggju mál.

 

Í Vestmanna greiddi VÍF sín setning og vann 34-25 á botnliðnum Team Klaksvík. Tríggir mans skoraðu sjey mál fyri VÍF. Teir eru Filip Jojic, Julian Olsen og Hanus Christophersen. Toppskjútti í øllum dystinum var tó Bogdan Florea úr Team Klaksvík.

 

Kyndil hevur við sigrinum meldað seg inn í FM-finalustríðið aftur, meðan VÍF við sínum sigri hevur økt frástøðuna niður til KÍF og triðja plássið við tveimum stigum.

 

FTZ-deildin:

Neistin – Kyndil 22-23

VÍF – Team Klaksvík 34-25

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71143752987725
2VÍF143833661718
3KÍF133192932615
4Kyndil143683452315
5StÍF14365358713
6Neistin14325341-1610
7Team Klaksvík13298432-1340