Tveir hondbóltsdystir hava verið á skránni í kvøld.
Báðir dystirnir hava verið í høllini á Hálsi, og báðir hava verið millum Kyndil og STÍF.
Hjá kvinnunum, vunnu Kyndilskvinnur 24-18 sigur, eftir at tær í hálvleikinum vóru á odda 15-11. Stóri leikarin á liðnum hjá Kyndli í kvøld var unga Marianna Eystberg, ið fekk heili 12 av teimum 24 málunum. Deildir toppskjúttar hjá STÍF vóru Fríðrún Danielsen og Irena Dam, ið báðar fingu 4 mál.
Hjá monnunum vann Kyndil 21-19 á STÍF, eftir at hálvleiksstøðan í tí dystinum var 11-8 til Kyndil. Toppskjútti hjá Kyndil í kvøld, var Bjarni Sørensen, ið skoraði 5 av málunum.
Fyri STÍF skoraði ungi Kjartan Johansen 6 mál, og var toppskjútti hjá teimum.
Við sigrunum í kvøld, eru framvegis útlit fyri, at bæði mansliðið og kvinnuliðið hjá Kyndli koma at vera partur av FM finalunum, ið verða leiktar í apríl mánað.