H71-Kyndil 24-26 (11-15)
Hoyvíkingar mistu helst seinastu vónina um ein finalusess, tá teir í dag taptu fyri Kyndli.
Kyndil hevði munin megin partin av dystinum, men vertirnir skaptu tó veruligan spenning móti dystarenda.
Bara tveir minuttir fyri dystarlok stóð nevnliga 24-24 á talvuni, men eins og í hálvfinaluni hóskvøldið, so var Kyndil aftur liðið, sum dugdi at halda høvdinum kalt seinastu løtuna.










