Kyndil váttar: Samráðast við nýggjan venjara

- Vit samráðast í løtuni um ymiskt ting, ið skulu upp á pláss, sigur Maibritt Johannesen

Julian Johansen boðaði mánadagin alment frá, at hann gevst sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Kyndli, eftir hetta kappingarárið. Hann ynskir ein steðg frá hondbóltsvenjing og heldur, at trý ár í sama felagið við somu manning er nokk – hóast liðið júst hevur vunnið steypakappingina.

Kyndil hevði Martin Lellek á vitjan til steypafinalurnar. 28 ára gamli Martin Lellek mátti sum ungur gevast at spæla hondbólt, tá hann meiðslaði sær knæið. Forkvinnan í Kyndli, Maibritt Johannesen, váttar at Kyndil er í samráðinum við Martin Lellek.

-Hann hevur hugt eftir umstøður og tosa við okkum. Vit samráðast í løtuni um ymiskt ting, ið skulu upp á pláss. Hann skal jú eisini flyta til Føroyar um tað er. Tú veist ongantíð ordliliga í slíkum støðu, men vit vita gjarna innan tvær vikur um tað verður hann ella ikki, sigur Maibritt Johannesen við Sosialin.