Hondbóltur hoyrir eisini ólavsøkuni til, og aftur í ár fara bestu mansliðini hjá Kyndli og VÍF at takast. Dysturin verður ólavsøkuaftan klokkan 20. Vanliga plagar talan at vera um bæði spennandi og ferðmiklan dyst, og lítið er at ivast í, at tað aftur verður støðan hesafeðr. Liðini verða vanliga rópt fyri risarnir í føroyskum manshondbólti, og tí vil hvørgin parturin geva seg við góðum vinardystur ella ei.
Vanligt hevur eisini verið, at Neistin og StÍF spæla ólavsøkudyst, men sum skilst verður tann dysturin tó av ongum í ár.