Avgerðina hevur Flemming tikið sjálvur, og helst hevur hetta verið av teirri orsøk, at úrslitini higartil í ár ikki hava verið eins góð, og tey bæði seinastu kappingarárini, tá Kyndil sum kunnugt vann føroyameistaraheitið.
Jórun Ludvig, liðskipari á kyndilsliðnum, segði í eini viðmerking til ÍtróttarSosialin, at samstarvið millum partarnar ikki riggaði, men hon leggur samstundis dent á, at eingin klandur ella líknandi hevur verið millum venjara og leikarar.
Óvissa
Enn er ikki avgjørt, hvussu verður við venjaraspurninginum tað, sum eftir er av kappingarárinum, men kyndilskvinnurnar royna tó sum frægast at fyrireika seg komandi uppgávuna, tá tær sunnudagin skulu taka ímóti Stjørnuni í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.
Jórun sigur eisini, at tað ikki er serliga sannlíkt, at venjaraspurningurin er loystur til ta tíð, men at tær hóast hetta venja við fullari ferð.
Í løtuni liggja tvífaldu føroyameistararnir saman við Neistanum á einum triðja plássi í landskappingini, fýra stig aftan fyri oddaliðið úr Klaksvík, og tvey stig aftan fyri VÍF.
Seinastu trý árini var Sophus Dahl Christiansen venjari hjá kyndilskvinnunum, og gjørdist tað tá til eitt silvur- og tvey gullmerki í landskappingini.