Kyndil uttan stuðulsleikarar

StÍF kann við sigri vinna seg uppá triðja plássið í Sunset kappingini, meðan Kyndil skal royna at fáa síni fyrstu stig. Hetta verður tó uttan fleiri av berandi kreftunum.

StÍF tekur ímóti Kyndli inni á Skála í kvøld í Sunset deildini. StÍF hevur fingið eina heldur óvæntaða byrjan uppá kappingina í ár. Í næsta dystinum vóru tær líka við at koppa meistarunum, meðan tær seinast vunnu stórsigur í Vági. Nú skulu tær royna at halda fast um góða gongdina, tá tær møta Kyndli á heimavølli í kvøld.
Hjá Kyndli hevur hinvegin ikki gingið so væl. Tær hava tapt fyri bæði Stjørnuni og Kyndli, men munurin hevur ikki verið stórur í hesum báðum dystunum. Nú skulu tær royna at fáa síni fyrstu stig ímóti StÍF í kvøld.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Illa mannað Kyndilslið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
StÍF hevur allar kvinnur tøkar til dystin í kvøld, og Ninna K. Johansen sigur, at tær ætla at vinna heimadystin ímóti Kyndli.
- Vit høvdu ikki vænta at vunni so trygt í Vági, men nú sær heilt gott út hjá okkum. Vit mugu royna at halda fast í góðu gongdini, og so mugu vit vera róligar í kvøld og taka dystin, sum hann kemur.
Hjá Kyndli sær hinvegin ikki so gott út við fólki. Bæði Randi Wardum og Bjørg Syderbø eru upptiknar av landsliðsfótbólti, og harafturat verður Jórun Ludvig ikki við. Barbara Egilstrøð sigur, at hóast tær mangla nógv fólk, so ætla tær at vinna dystin ímóti StÍF.
- Eg haldi tað vera tíð uppá, at vit koma á stigatalvuna nú, so tí mugu vit inná Skála at vinna dystin. Vit hava havt trupulleikar at skora mál, men hesum hava vit arbeitt við í seinastuni, so eg vóni, at hetta ikki verður ein trupulleiki ímóti StÍF í kvøld, sigur Barbara at enda.