Fríggjadagin 29. og leygardagin 30. januar verður Kyndil á Torginum í SMS. Umframt at torgið verður prýtt við búnum, vimplum v.m. verður ein framsýning um blað felagsins.
Ein stórskíggi verður settur upp, har upptøkur frá Europa Cup dystum v.m., har Kyndil hevur luttikið, verða sýndir.
Fríggjadagin kl. 16.00 verður tiltak á pallinum og kl. 18.00 verða leikarar úr 1. deildarliðum felagsins at hitta á torginum.
Tiltakið hevur eitthvørt til allar aldursbólkar, fiskibrunn til tey smærru, tombola og lutaseðlar v.m. til tey meira tilkomnu.
Leygardagin heldur tiltakið fram við framsýning, stórskíggja, tombola, lutaseðlasølu, fiskibrunni v.m.
Kl. 11.30 spæla »Jazzarnir«. »Jazzarnir« eru ungir tónleikarar frá Tórshavnar Musikkskúla og eru kendir fyri teirra »glaða jazz«. Teir hava hóast teirra unga aldur, longu altjóða royndir. Teir hava spælt bæði í Tivoli og aðrastaðni í Keypmannahavn og vóru á Álandsoyggjunum í summar.
Tiltakið endar leygardagin kl. 14.00 og vóna fyrireikararnir at undirtøkan verður góð.









