Kyndil hevur nú bestu kortini á hondini í royndini at tryggja sær fyrimun av heimavølli, skuldi talan verið um tríggjar finaludystir í kvinnudeildini.
Kyndil vitjaði í dag í Vestmanna, og her eydnaðist at vinna bæði stigini við sær heimaftur.
Talan var um sera tættan og harðan dyst, har tað fyrst og fremst var hart og kontant verjuspæl, sum var á skránni. Málini vóru tí ikki nógv í tali, men spenningurin var í dystinum allan vegin.
Kyndil vann sær ein lítlan fyrimun beint undan steðginum, og restina av dystinum var tað VÍF, sum jagstraði mótstøðuna fyri at vinna seg aftur í dystin. Fleiri ferðir komu tær á heimaliðnum eisini upp á javnt, men í avgerandi løtunum var tað støðugt Kyndil, sum togaði frá aftur.
Soleiðis var eisini móti dystarenda. Bara eitt mál var á muni, tá lítil minuttur var eftir, men Kyndil helt høvdinum kalt seinasta álopið, hóast tað mundi kiksað, tá VÍF helt seg sleppa í kontra - bara fyri at síggja dómaran døma fríkast.
VÍF-Kyndil 17-19 (7-9)










