Mansliðið hjá Kyndli hevur havt tað sera striltið í vetur, men seinastu vikurnar hevur tó glógvað hjá teimum grønu. Og í gjár vunnu teir triðja sigurin upp í slag, tá KÍF vitjaði.
Fyri steðgin var talan um ein sera javnan dyst, men fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skrykti Kyndil seg leyst, tá teir lupu upp á 17-11.
Og eftir hetta megnaði KÍF als ikki at skapa spenning íaftur. Kyndil helt rimmar fast um munin allan vegin á mál, og hava teir nú vunnið seg upp á átta stig. Tað er framvegis nakað minni enn tað, sum ovaru liðini í deildini hava, men við níggju dystum eftir kann Kyndil væl koma at arga hesi enn meira, enn teir longu hava gjørt.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 28-24 (12-10)
10 min: 3-3
20 min: 8-7
40 min: 17-11
50 min: 22-18
Málskjúttar
Kyndil: Bárður Johannesen 6(1), Høgni Klein 5, Tummas Pauli Hanusarson 5, Janus Einar Sørensen 4(1), Jónleif Sólsker 3, Hans Áki Dal-Christiansen 2(1), Andreas Sólsker 1, Rói Lamhauge 1, Rani Ellingsgaard 1
KÍF: Rógvi Weihe 6, Jákup Trúgvason 4, Ási Dam 4(2), Niklas Reginsson 3, Teitur Joensen 3, Andrias Nielsen 2, Hallur Hansen 2
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 2
Útvísingar: KÍF 2
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen