Á harrasíðuni var talan um ein dyst, har bæði liðini royndu at reisa seg eftir óhepnar ósigrar við bert einum máli.
Kyndil tapti fyri KÍF í Kollafirði og VÍF tapti fyri H71 í Hoyvík. Men hesu ferðina, vestmennningar vitjaðu í Havn skuldi tað verða ørðvísi, tí teir gulu endaðu omaná og vunnu dystin 26-31, eftir hálvleiksstøðuna 11-18.
Bestu málskjúttarnir vóru Hjalti Jacobsen (Kyndil) 9 mál og Áki Olsen (VÍF) 8 mál
Kvinnurnar hjá VÍF vóru eisini á vitjan í Havn mikukvøldið, og har var talan um avsmurning.
Óhepna Kyndlaliðið, ið hevur mist Jóruna Ludvík gjøgnum skaða, tykist hava trupult at finna fótafesti, uttan Jóruna á liðnum, og so hava tær eitt heilt ungt lið at ráða yvir, so tað er trupult hjá teimum.
Og trupult var tað eisini mikudagin, tá eitt áður, nógv oftari nevnt navn, aftur verður nevnt. Ioana Rapa kundi við sínum 10 fulltreffarum staðfesta stórsigurin til gulu vestmenningarnar, ið endaðu við at vinna heili 16-30, eftir hálvleiksstøðuna 5-13.
Bestu málskjúttarnar vóru:
Barbara Egilstrøð, Tordis Tróndarson og Mia Káradóttir, allar við 3 málum fyri Kyndil, og fyri VÍF var tað Ioana Rapa við sínum 10











