Tað var líka ta fyrstu løtuna, at KÍF hevði takið á heimaliðnum, tá seinasta fjórðingsfinalan í Coca Cola-kappingini hjá monnum varð spæld.
Kyndil fekk tó fínstillað nøkur ting eftir eitt time-out tíðliga í fyrra hálvleiki, og eftir tað settu teir seg alt meira á dystin.
Fyri steðgin var munurin tó ikki tann heilt stóri, men eftir at Kyndil tíðliga í seinna hálvleiki togaði seg trý og fýra mál framum, høvdu teir grønu tamarhald á støðuni. Okkurt skifti var munurin sjey mál, og tí kom plássið í hálvfinaluni ongan tíð av álvara í vanda.
Kyndil-KÍF 29-25 (14-12)










