Kyndil tók øll á bóli

Kvinnurnar hjá Kyndli syrgdu leygardagin fyri einum ógvuliga óvæntaðum úrsliti, tá ið tær vunnu á Stjørnuni, sum hevði fult stigatal undan dystinum í Havn.

Sunset-kappingin

Higartil í hesum kappingarárinum hava kvinnurnar úr Stjørnuni ikki verið til at steðga. Steypavinnararnir úr Klaksvík hava fingið fult í øllum dystinum, men leygardagin varð sigursgongdin steðgað, tá Stjørnan vitjaði í høvuðsstaðnum.

Løgdu bragdliga fyri
Tað er ikki ov nógv sagt, at Kyndil byrjaði sum eitt ódnarveður í dystinum leygardagin. Ivaleyst høvdu kvinnurnar úr Klaksvík væntað sær ein tryggan sigur, men tær grønu úr Havn vildu tað øðrvísi. Tær koyrdu á frá fyrsta bríksli, og tá ið minni enn eitt korter var leikt, hevði Kyndil lagt seg á odda 6-2.
Tey flestu hildu ivaleyst, at talan bert var um eitt upplop frá Kyndli, men so var ikki. Heimaliðið helt fram við at skora, samstundis sum tað gekk striltið hjá Stjørnuni at fáa bóltin í mál. Tí vaks munurin millum liðini bæði, og eitt skifti í fyrra hálvleiki var Kyndil framman fyri við heili sjey málum.
Ivaleyst hevur Stjørnu-venjarin tosað við stórum bókstavum í steðginum, tá ið Kyndil var á odda 13-8, tí tað var eitt hamskift Stjørnulið, ið kom á vøllin eftir steðgin. Tað var sum um, at tær nú høvdu fatað álvaran, og at okkurt heilt serligt skuldi til, um tær ikki skuldu missa fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.
Stjørnan át seg eisini spakuliga inn á heimaliðið, sum nú hevði stórar trupulleikar av at koma ígjøgnum verjuna hjá gestunum, og tá ið góðir tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, javnaði Una Olsen til 16-16. Hetta var fyrstu ferð síðani dystarbyrjan, at tað stóð á jøvnum.
Nú hildu tey flestu, at dysturin fór at koppa til fyrimuns fyri klaksvíkskvinnur, og tær tóku eisini leiðsluna í dystinum, og tá ið fimm minuttir vóru eftir at leika, var Stjørnan framman fyri 18-17. Men so læsti Kyndla-verjan og málverjin málið hjá heimaliðnum, og samstundis fekk Kyndil neyðugu málini í hinum endanum. Fyrst javnaði Eyðrit Andreasen til 18-18, áðrenn Lina Andriulyte og Súsanna Petersen gjørdu tað til ávíkavist 19-18 og 20-18, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Við óvæntaða sigrinum setti Kyndil eina tjúkka striku undir, at tær í ár ætla at verða við, har sum tað er stuttligt at spæla. Stjørnan fekk hinvegin ein ordans hvøkk, og ósigurin í Havn hevur ivaleyst givið steypavinnarunum nakað at hugsa um undan næsta dystinum. At Stjørnan nú snávaði, er gott fyri spenningin í Sunset-kappingini, har fleiri lið hava hug til at blanda seg upp í oddastríðið.

Kyndil-Stjørnan 20-18(13-8)
Kyndil: Lina Andriulyte 5, Eyðrit Andreasen 5(2), Jórun Ludvík 3, Súsanna Petersen 2, Anja Heinadóttir 2, Randi S. Wardum 2, Ronja M. Mikkelsen 1
Stjørnan: Louisa Andreasen 5, Alina Olaru 4, Katarina Stjepanov 4(2), Anna K. Samson 3, Bára Skaale Klakstein 1, Una Olsen 1
Brotskøst: Kyndil 4(2), Stjørnan 4(2)
Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 2
Dómarar: Sámal Paulason og Kári Hansen