Tveir dystir eru spældir í FTZ-deildini í kvøld. Í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti VÍF, meðan botnur spældi ímóti toppi í Klaksvík, har Team Klaksvík tók ímóti H71.
Dysturin í Havn var ímillum liðini, ið eru í hølunum á KÍF, sum í løtuni er á seinna finaluplássinum í FTZ-deildini. Talan var um ein sera javnan dyst. Onki skilti liðini í einum málríkum fyrra hálvleiki, ið endaði 17-17. Tað gekk meira striltið við málskjótingini í seinna hálvleiki. Ímóti endanum líktist tað tó einum kyndilssigri, sum var á odda 27-26 og misnýtti stóran møguleika at økja um leiðsluna. Ístaðin javnaðu vestmenningar til 27-27, sum gjørdist endaliga úrslitið. Harvið tók Kyndil ikki av sínum møguleika at minka um stigamunin upp til KÍF.
Síðsta løtan var merkt av roki, har venjarin hjá Kyndli, Julian Johansen, og verjukempan hjá VÍF, Sámal Joensen, báðir fingu reyða kortið.
Í Klaksvík var ongin slingur í valsinum hjá H71, ið vann tryggan sigur ímóti Team Klaksvík. Hoyvíkingar avgjørdu dystin í fyrra hálvleiki við hálvleiksstøðuni 18-8, og í seinna hálvleiki skiltu 10 mál framvegis liðini, tí H71 vann at enda 29-19.
Serliga úrslitið í Havn kemur væl við hjá KÍF, sum í løtuni er á seinna finaluplássinum í FTZ-deildini. Stigatalvan í deildini er hendan:
1. H71 29 stig (18)
2. KÍF 25 stig (18)
3. VÍF 22 stig (17)
4. Kyndil 21 stig (18)
5. Neistin 17 stig (18)
6. StÍF 11 stig (18)
7. Team Klaksvík 1 stig (19)
Málskjúttarnir frá kvøldsins dystum síggjast niðanfyri.
Kyndil-VÍF 27-27 (17-17)
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 10, Tummas Pauli Hanusarson 8, Høgni Klein Olsen 3, Tróndur Wardum 2, David Edvardsen 2, Bartal Klein Olsen 2.
VÍF: Filip Jojic 8, Áki Egilsnes 6, Rúni Joensen 4, Julian Olsen 3, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 1, Bjarti Hansen 1, Rói Lamhauge 1 og Ingi Olsen 1.
Team Klaksvík-H71 19-29 (8-18)
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 6, Birgir Poulsen 5, Vilhelm Vilhelmsen 3, Andrias Ellingsgaard 3, Hans Arni B. Thomsen 1 og Hanus Norðberg 1.
H71: Hjalti Bachmann 6, Peter Krogh 4, Rúni Vest Højgaard 3, Bogi Gaard Davidsen 3, Jónas Djurhuus 3, Niklas Hanusarson 3, Dánjal Tórgarð 3, Andor Sivertsen 1, Hilmar Leon Jakobsen 1, Tróndur Arge 1 og Sigmundur Dahl 1.