Tá spældu Kyndil og Neistin mansfinaluna, og tað kann væl verða, at ein endurtøka er ávegis hetta kappingarárið.
Neistin tók fyrr í dag stórt fet móti finaluni, og í Vestmanna kom Kyndil betur frá fyrru hálvfinaluni, tá teir vunnu við fýra málum, eftir at tað annars stóð á jøvnum í steðginum.
Regin Joensen skeyt 6 av málunum hjá VÍF. Fyri Kyndil skeyt Høgni Klein 6 mál.
VÍF-Kyndil 22-26 (13-13)