Kyndil styrkir seg við fleiri leikarum

Mansliðið hjá Kyndli ætlar sær eftir øllum at døma aftur á tindarnar eftir eitt vónbrot farna kappingarár, har liðið endaði á aftasta plássi í Atlantic Airways-deildini.

 

Stutt eftir kappingarársenda kunngjørdi Kyndil, at teir høvdu sett Bárð Johannesen og Finn Hansson sum spælandi venjarapar, og nú hava teir skrivað undir sáttmála við tríggjar leikarar afturat. Josef Abrahamsen, sum hevur spælt nógv ár í Kyndli, men skifti til Neistan, er nú aftur at finna í Kyndli. Tað er Hans Áki Dal-Christiansen eisini, eftir at hann ein part av kappingarárinum í fjør spældi við KÍF. Felagið hevur eisini skrivað undir sáttmála við Birgir Poulsen, sum royndist væl bæði sum leikari og venjari í Neistanun, men nú í komandi kappingarári altso skal spæla við Kyndli.