Kyndil styrkir kvinnuliðið

Í Kyndli ætla tey, at kvinnuliðið hjá felagnum skal bíta meiri frá sær komandi kappingarár, enn hvat liðið gjørdi í fjør.

Hondbóltur

Kyndil endaði næstaftast í Sunset-kappingini farna kappingarár, og mangan løgdu tær grønklæddu rygg til lemjandi ósigrar. Soleiðis skal ikki verða komandi kappingarár, og tí hevur liðið nú leitað sær styrk.

Lina aftur í Havn
Størsti styrkurin, ið Kyndil higartil hevur ognað sær undan komandi kappingarári, er ivaleyst sterki bakkurin Lina Andriulyte, ið farna kappingarár spældi í Søljuni, men sum áður eisini hevur spælt við Neistanum í Havn. Eingin ivi er um, at Lina er ein góður styrkur fyri eitthvørt lið í landinum, og við henni á liðnum hevur Kyndil økt munandi um skotstyrkina.
Harafturat fer Jórun Ludvig aftur til barndómsfelagið, eftir at hon hevur verið í útlegd í bæði VÍF í Vestmanna og í Neistanum. Jórun er ógvuliga royndur spælari, og tað er eingin loyna, at Kyndlamanningin annars er rættuliga ung, og tí kann tað hava stóran týdning at fáa ein so royndan spælara sum Jórun við á liðið.
Sum skilst er tað ikki óhugsandi, at liðið fær fleiri styrkir, men enn er einki greitt hesum viðvíkjandi. Venjari hjá Kyndlakvinnunum verður eins og í fjør Geir Wardum.