Tað var VB, sum gekk undan, tá kvinnuliðið hjá Kyndli var á vitjan sunnudagin. VB fór fleiri ferðir frá Kyndli í fyrra hálvleiki, men havnaliðið stríddi seg aftur. Í seinna hálvleiki kláraði Kyndil tó ikki at standa ímóti.
Fyrstu fimm minuttirnar var VB fullkomiliga omaná, men so vaknaði Kyndil, og tá 10 minuttir vóru farnir stóð á jøvnum millum liðini aftur.
VB fór aftur fram um við fleiri málum, men Kyndlakvinnurnar bardu seg aftur upp á javnt, og tá liðini fóru til hálvleik, stóð á jøvnum ? 12-12.
Brendu brotskøst
Í seinna hálvleiki gjørdist VB-spælið alt meira ágangandi, tær fingu betri tak á verjuni, og sum dysturin leið gjørdist munur millum liðini.
Tá eitt korter var eftir at spæla hevði VB tikið leiðslu upp á fýra mál, og tað vóru eisini hesi mál, sum vóru á muni, tá dysturin var av.
Seinastu fimm minuttirnar av dystinum gjørdi Kyndil ein rættiliga endaspurt, og tær skoraðu átta mál hesa løtuna. Tær kláraðu tó ikki rættiligt at halda tætt í verjupartinum, og tí bar ikki til at náa VB, sum var farin fram um við átta málum.
Gabriella Fekete var enn einaferð avgerandi fyri VB-úrslitið, og hon gjørdi næstan helmingin av málunum hjá VB.
Tað kom Kyndil aftur um brekku, at tær brendu so ofta brotskøst. Tær fingu átta brotskøst í dystinum, men fimm teirra vórðu brend.
VB-Kyndil 30-26 (12-12)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 13 (4), Regina Rado 5, Gurið Mortensen 4, Durita Rouch 4, Margret Augustinussen 2, Sólrun Krosslá 1, Guðrun Midjord 1.
Kyndil: Lotte Sørensen 8 (3), Palma Petersen 5, Marjun Tróndarson 5, Erla Smidt 4, Laila Jespersen 2, Ann-Mari Wang 1, Anja Johannesen 1.
Brotskøst: VB 4, Kyndil 8
Útvísingar: VB 2, Kyndil 2
Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen og Trygvi Mortensen