Kyndil staðfesti oddastøðuna

Kyndilskvinnur vunnu tryggan sigur á StÍF í kvøld

Ein dystur var leiktur í hvonndeildini í kvøld millum Kyndil og StÍF.

 

Heimaliðið, Kyndil vann ein tryggan 29-22 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 16-9. Anna Brimnes var í stórformi og skeyt 12 mál, Turið Arge skeyt átta mál fyri Kyndil. Fríðrún Danielsen var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum. 

 

Kyndil er nú trý stig frammanfyri Neistan, sum tó hevur spælt tveir dystir færri. Neistin spælir ímóti í Vestmanna í annaðkvøld klokkan 18.30. Rás2 sigur frá tí dystinum.

 

Støðan :

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil112702096118
2Neistin92101664415
3VÍF102612243714
4StÍF11226266-406
5Stjørnan10204266-626
6VB11230270-403