Kyndil stórt tiltak í SMS

   

Hondbóltfelagið Kyndil skipar fríggjadagin og leygardagin næsta vikuskiftið, 23. og 24. okt., fyri stórum tiltaki á Torginum í SMS. Millum annað fara kvinnur í 1. deild at vísa fram búnar fríggjadagin kl. 17, og leygardagin kl. 11.30 fer 1. manslið at syngja á Torginum. Eisini verður ein stór framsýning av myndum, ið mynda søgu felagsins, frá tí at tað varð stovnað til í dag.

Tiltakið er til frama fyri ungdómsarbeiðið hjá Kyndli og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk leggja leiðina fram við Torginum í SMS næsta vikuskifti og vilja stuðla tiltakinum.