Kyndil-StÍF (kvinnur) á FM1 leygarkvøldið

Dysturin í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum millum Kyndil og StÍF byrjar klokkan 18 leygarkvøldið

Í annaðkvøld byrjar Faxe Kondi kappingin hjá kvinnum.

Klokkan 18 byrja tveir dystir í bólki A.

Í høllini í Vestmanna tekur VÍF móti eykaliðnum hjá H71, og í høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil móti StÍF.

Meðan VÍF er rættiliga greiður favorittur móti H71 2, so er stórur spenningur um útfallið av dystinum millum Kyndil og StÍF. Strandakvinnur hava gjørt risaframstig, bæði leikliga og úrslitaliga, og er lagt upp til ein javnan dyst millum Kyndilskvinnur og strandakvinnur.

Frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Kyndil og StÍF á FM1.

Samrøður við umboð fyri Kyndil og StÍF koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra FM1  HER

Sunnudagin klokkan 14 sigur Sjúrður beinleiðis frá dystinum í bólki 2 millum H71 og VB.

Skráin fyri bólk 1: 

 Leygardagur 16.01.21 kl. 18.00 Kyndil – StÍF

Leygardagur 16.01.21 kl. 18.00 VÍF – H71 2

Sunnudagur 24.01.21 kl. 14.00 H71 2 – KyndilMikudagur 27.01.21 kl. kl. 20.00 VÍF – StÍFSunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 Kyndil – VÍFSunnudagur 31.01.21 kl. 14.30 StÍF – H71 2