Kyndil skúgvaði KÍF til viks

Kyndil vann móti KÍF, sum nú má metast sum úti í stríðnum um finaluplássini

 

 

Eftir at teir farna vikuskifti vunnu á VÍF, høvdu kollfirðingar í dag møguleika at krøkja seg í finalustríðið, men hetta gjørdist av ongum.

 

KÍF vitjaði í dag hjá Kyndli, og her gjørdust tað teir grønu, sum fóru avstað við sigrinum. Talan var um javnan dyst, men Kyndil helst seg støðugt tvey og trý mál frammanfyri, og teir slakaðu ongan tíð í hesum.

 

Í Vestmanna var Team Klaksvík á vitjan, og her gjørdist talan um greiðan heimasigur. VÍF hevði annars tapt tvær ferðir upp í slag, men í dag var eingin sum helst ivi, og so fekk VÍF rættað skútuna, so kósin móti FM-finalunum framvegis er bein.

 

Kyndil-KÍF 29-26 (12-10)

VÍF-Team Klaksvík 40-27 (20-17)