Tað er ikki fyrr enn um hálvt fjórða ár, at rundi dagurin verður, men longu nú eru tey í Kyndli so smátt farin undir fyrireikingarnar til 50 ára dagin hjá felagnum, sum verður 10 mars í 2006.
Eitt av tiltøkunum í hesum sambandi skal eftir vera ein bókaútgáva, har søgan hjá felagnum gjøgnum hesi 50 verður lýst. Felagið hevur longu verið í sambandi við persónar, sum hava átikið sær uppgávuna at skriva bókina, og nú verður so farið undir at savna saman tilfar til hetta. Sagt verður, at felagið sjálvt hevur eitt rúgvusmikið savn við bæði myndum og tilfari, men at hetta tó langt ífrá er fullfíggjað, og tí verður í løtuni roynt at koma í samband við fólk, sum onkursvegna hava okkurt tilfar liggjandi.










