Kyndil skotið í senk

Teir báðir nýggju rumenarnir hjá StÍF munaðu væl, tá strandingar vunnu tryggan sigur á Kyndli í Havn

Hondbóltur

 

StÍF hevur verið í snúningum frá fyrsta bríksli seinnu árini, og tað tykjast teir aftur at vera í ár.

Sunnudagin spældu teir fyrsta dystin í hondbóltslandskappingini, og her eydnaðist tað uttan stórvegis hóvasták at vinna tryggan sigur á Kyndli.

Kyndil hevur í ár stóran part av ætlaða fólkinum við frá byrjan, men hóast hetta, so var tað ongan tíð nóg mikið til veruliga at koma í nær námind væl spælandi strandingunum.

Ikki minst munaðu teir báðir útlendsku spælararnir, sum nú eru afturat Marian Cirloganescu, sera væl, og við helmingin av málunum undistrikaðu teir eisini týdningin, sum teir hava fyri samlaða avrikið.

Eitt skifti lá eitt veruligt sorl til Kyndil eisini í luftini, men hóast teir ongan tíð megnaðu at skapa spenning, so reistust teir grønu somikið, at úrslitið ikki gjørdist verri enn ilt.

 

Fakta um dystin

Kyndil-StÍF 25-32 (11-17)

10 min: 5-6

20 min: 10-13

40 min: 15-22

50 min: 19-26

Málskjúttar

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6, Josef Abrahamsen 5(2), Bárður Johannesen 4, Høgni Klein 3, Janus Einar Sørensen 3, Rani Ellingsgaard 2, Ken Zachariassen 1, Torvald Abrahamsen 1

StÍF: Kristina Preda 8, Gabriel Stanciv 8(1), Jóannes Prestá 5, Rúni Niclassen 4, Mortan Hansen 3, Bárður B. Danielsen 2, Borgar Danielsen 2

Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 2

Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 5

Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen.