Kyndil skiftir venjarar út

Royndur dani og ungur føroyingur skulu samstarva í Kyndli

Kyndil boðar í dag frá, at høvuðsvenjarin hjá monnum, Martin Lellek og ungdómsmennarin, Jonas Dehn Andersen halda ikki fram í felagnum eftir hetta kappingarárið.

Samstundis kunngerð felagið nýggjan venjara umvegis heimasíðu sína

 

Talan er um roynda danska venjaran, Tom Jensen, ið hevur drúgvar royndir frá donskum hondbólti.

 

Kyndil.fo skrivar, at "Tom verður høvuðsvenjari hjá OKKARA monnum. Tom hevur nógvar royndir sum venjari, m.a. á manssíðuni við fokus á talentmenning. Hann hevur verið høvuðsvenjari og hjálparvenjari í donsku liga’ini, 1. Div. og U16/U18 liga’ini. Eisini hevur hann í fleiri ár verið ítróttarstjóri hjá m.a. 1. Div. kvinnum og ungdómi á Liga støði"

 

Tom Jensen kemur at røkja uppgávuna sum bæði høvuðsvenjarin hjá monnum og ungdómsvenjari í felagnum.

Afturat sær fær kyndilsmannin, Bárð S. Guttesen, ið verður settur sum kropsligur venjari.

Um Bárð S. Guttesen skrivar heimasíðan hjá Kyndli soleiðis:

 

"Ásannandi at kropslig venjing hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri hondbóltspælið, hevur nevndin sett Bárð Guttesen, sum lesur ítrótt og hevur stóran áhuga í kropsliga partinum av ítróttini. Nevndin er sera fegin um at hava fingið avtalu við Bárð, sum burtur av kemur at taka sær av tí kropsliga partinum, eins og at venja barna- og ungdómslið. Bárður hevur í mong ár verið sera íðin í ítrótti so sum kappróðri, fótbólti og hondbólti."

 

Teir báðir, Bárður Guttesen og Tom Jensen koma at samstarva um ungdómsvenjingarnar.

 

"Saman við Bárði kemur Tom m.a. at hava ábyrgd av at venja og menna barna- og ungdómsleikararnar hjá Kyndli. Hann skal eisini hava servenjingar við øllum ungdóminum og vera bindilið ímillum ungdómin og vaksin. Tom verður ein partur av venjara toyminum á hondbóltslinjuni í Skúlanum á Fløtum.", skrivar Kyndil.fo