H71-Kyndil 22-19 (11-8)
Grannaliðini spældu ein hampuliga intensan dyst í dag, hóast spælið ikki alla tíðina var serliga flótandi.
Eftir einahampuliga javna byrjan, vóru tað tó vertirnir, sum stungu avstað beint undan steðginum, og eftir hetta haltaðu teir grønu aftaná. Men fyrst og fremst takkað verið stóspælið frá Jóhan Hofgaard í H71-málinum vildi einki bera til hjá Kyndli.
Við sigrinum heldur H71 fast í frástøðuni til Neistan, sum er argasti kappingarneytin í stríðnum um at røkka finalusessinum í FM-kappingini.
BEsti máskjúttin hjá H71 var í dag Gunnar Blágerg, sum skoraði 4 mál. Bárður Johanesen skeyt 9 av málunum hjá Kyndli.










