Dreingir 12 hjá Kyndli hava vunnið greipuna, ella trippul sum teir sjálvir vilja vera við. Seinasta leygardag vunnu teir finaluna í steypakappingini. Vikuskiftið frammanundan fingu teir gullkrónurnar eftir at teir høvdu tryggja sær FM-heitið fleiri umfør frammanundan, og fyrr í mánaðanum vunnu teir jubileums-kappingina, sum Kyndil skipaði fyri í sambandi við 50-ára stovningardagin. Sostatt hava dreingirnir vunni allar kappingar teir hava luttikið í í kappingarárinum. Olsen,
Kyndil 12 ár eru húkandi frá vinstru: Sverri Mohr Mortensen, Ivan Hofgaard, Magnus Egilsson, Tróndur Jensen, Høgni Klein Olsen. Standandi frá vinstru: Frank Askildsen, Rene Joensen, Oyvind Lützen, Rógvi Reinert, Hjalmar Klein venjari