Kyndil í seks finalum

Verða yngru deildirnar taldar við, so er Kyndil partur í ikki færri enn seks steypafinalum um vikuskiftið. Tað er kanska ein lutur, sum grøna havnarfelagið hevur roynt áður, men 2010 man vera fyrsta árið, at Kyndil er í eins nógvum finalum á kvinnusíðuni sum á manssíðuni. Kyndil eigur umboðan í gentur 12, dreingir 12, gentur 14, gentur 17, dreingir 17 og í mansfinaluni.