Kyndil í samráðingum við spanióla

Hola, que pasa?

Kyndil er í løtuni í samráðingum við Daniel Sordo Rios úr Spania. Hann skal ætlandi í starv sum hondbóltsmennari í Kyndli.

 

- Kyndil samráðist í løtuni við spaniólan, Daniel Sordo Rios, um starv sum hondbóltsmennari í Kyndli. Daniel skal taka sær av at samskipa og menna ungdómsdeildina hjá Kyndli, umframt at verða høvuðsvenjari hjá Kyndilskvinnum, sigur Sophus E. Dal Christiansen undan FM finaluni í dag.

 

Daniel Sordo Rios er í Føroyum í løtuni, og verður ti staðar, tá FM finalan millum Neistan og Kyndil hjá kvinnum verður í dag.

 

- Daniel hevur eitt imponerandi CV, hevur arbeitt nógv sum hondbóltsmennari og høvuðsvenjari. Millum annað høvusvenjari í bestu sponsku mannfólkadeildini, og er í Føroyum í løtuni. Daniel verður í høllini tá Kyndilskvinnur spæla finalu í dag, boðar Sophus E. Dal Christiansen frá.

 

Neistin vann fyrru finaluna, og kann tí vinna FM í dag. Rás2 sigur frá FM finalunum í hondbólti.