Kyndil - KÍF 30-22 (13-15)
Kyndil skuldi fylgja við hinum fýra fremstu liðunum í kvøld, tá ið KÍF kom á vitjan.
Í fyrra hálvleiki var tó einki, ið bendi á at Kyndil var favorittur, tí KÍF hevði hug at hava leiðsluna, og fór eisini til hálvleiks á odda 13-15
Men Kyndil setti alt upp á pláss í seinna hálvleiki. Frá støðuni 19-19 fór Kyndil at renna undan. KÍF steðgaði at skora, og stutt fyri leiklok var støðan 30-20 til Kyndils. KÍF minkaði um munin nakað so at dysturin endaði 30-22.
Málskjúttar hjá Kyndli:
Rógvi Dal Christiansen 7, Tróndur Wardum 4, Bartal K. Olsen 4, David Edvardsen 4, Tummas Pauli Hanusarson 4, Høgni K. Olsen 3, Ólavur av Fløtum Mittún 1, Jóni G. Viderø 1, Magnus K. Durhuus 1, Hjalti M. Jacobsen 1
Málskjúttar hjá KÍF:
Borko Cupara 7, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Atli L. Hammer 2, Ási Dam 2, Ásmundur Langgaard 1, Niklas Reginsson 1, Hjalti H. Matras 1, Vilhelm Magnussen 1,
StÍF - Team Klaksvík 31-30 (11-16)
StÍF skuldi hava ein sigur um ikki fjórða plássi skuldi fara alt ov langt burtur, men tað gjørdist ein trupul dystur á heimavølli móti Team Klaksvík.
Team Klaksvík skoraði nógv mál í fyrra hálvleiki og var á odda 11-16 í steðginum. Strandingar stríddu seg tó inn aftur í dystin, og tá ið einir fimm minuttir vóru eftir at leika fingu teir loksins javnað.
Seinasta løtan gjørdist sera tepur, og endin var at StÍF fekk avgerandi málið til 31-30 stutt fyri leiklok.
Málskjúttar hjá StíF:
Jóannes Prestá 11, Ivan Mrdalo 4, Pætur Johansen 4, Pætur Ó. Barclay 4, Djóni J. Petersen 4, Dávid Danielsen 2, Martin Danielsen 1, Marius Joensen 1
Málskjúttar hjá Team Klaksvík:
Finnur Hansson 7, Christoffer Madsen 6, Hørður F. Sigþórsson 5, Jens Pauli Mohr 5, Sámal à Tjaldrafløtti 4, Vilhelm Vilhelmsen 3