Kyndil ongar trupulleikar

Stjørnan fekk ikki gjørt stórvegis við oddaliðið, sum vann tryggan sigur

Tað gekk eftir bókini, tá Stjørnan í dag vitjaði hjá Kyndli.

 

Tær grønu eru oddalið í kappingini, og móti niðasta liðnum høvdu tær ongan tíð trupulleikar av nøkrum slag.

 

Uttan at tær veruliga spílaðu seg út, økti Kyndil javnt og samt um munin, og við sigrinum halda tær fast um oddastøðuna, har tær enn sum áður halda seg stavnin framman fyri vÍF.

 

Kyndil-Stjørnan 26-17 (13-8)